Endamál

 

Endamál felagsins er at menna verkætlanarleiðslu. Felagið viðger øll sløg av verkætlanum og teir leiklutir, sum virkisleiðarar, verkætlanarleiðarar og verkætlanarluttakarar hava í verkætlanunum.

Virki felagsins er:

  • At kunna um verkætlanarleiðslu bæði í privatum og almennum fyritøkum.
  • At spjaða heimsliga og altjóða vitan og royndir um leiðslu av verkætlanum.
  • At virka fyri førleikamenning í verkætlanarleiðslu.