Søga

 

Føroysk Verkætlanarleiðsla (FVL) varð sett á stovn 18. mai 2005. Tað vóru fólk við áhuga innan verkætlanarleiðslu, sum settu seg saman fyri at skapa eitt áhugafelag.

FVL er eitt sjálvstøðugt føroyskt áhugafelag.

FVL var í fleiri ár partur av felagnum Dansk Projektledelse (DPL). Samstarv var við DPL um fleiri skeið í verkætlanarleiðslu, ið vórðu hildin í Føroyum. Nøkur blivu sertifiserað av altjóða felagsskapinum IPMA.

Hetta samstarv var týdningarmikið fyri ar menna verkætlanarleiðslu í Føroyum. 

Felagið telur 38 limir (2019).