Viðtøkur

§1 Inngangur

Navn felagsins er "Føroysk Verkætlanarleiðsla".

 

Altjóða navn felagsins er "Faroese Society of Project Management".

 

Felagið er sjálvstøðugt limafelag.

 

§2 Endamál

Endamál felagsins er at fremja menningina av dugnaligari verkætlanarleiðslu. Felagið viðger øll sløg av verkætlanum og leiklutum, sum virkisleiðarar, verkætlanarleiðarar og verkætlanarluttakarar hava í teimum.

 

Virki felagsins er:

  • At bera kunnleika um og fatan av dugnaligari verkætlanarleiðslu bæði í privatum og almennum organisatiónum.
  • At fremja vitanardeiling av royndum um leiðslu av verkætlanum.
  • At breiða út altjóða vitan og royndir á økinum.
  • At stuðla útbúgving í verkætlanarleiðslu.

§3 Limaskapur

Limir kunnu øll tey gerast, sum hava áhuga fyri endamáli og arbeiði felagsins. Felagið vendir sær serliga til:

 

  • Leiðarar í organisatiónum, sum arbeiða við verkætlanum 
  • Verkætlanarleiðarar, bæði núverandi og komandi 
  • Ráðgevar og undirvísarar á økinum 
  • Lesandi við serligum áhuga fyri verkætlanarleiðslu

Føroysk verkætlanarleiðsla hevur hesi sløg av limaskapi:

 

  • Organisatiónslimaskapur 
  • Persónligur limur, ið verður innskrivaður sum einstaklingur 
  • Heiðurslimir, ið verða tilnevndir á aðalfundi fyri serliga gott avrik

 

Limaskapur er fyri eitt ár í senn. Árliga limagjaldið er fyri tíðarskeiðið frá 1/1 til 31/12.

 

Umsókn um limaskap er umvegis heimasíðu felagsins fvl.fo.

 

§4 Virksemi

Endamál felagsins verða serliga framd við:

 

  • PR og útvegan av limum

Skunda undir, at verkætlanarleiðsla verður umrødd í fjølmiðlum, og fremja upplýsing um limaskap.

 

  • Limakunning

Senda út faktilfar, t.d. tíðindabræv gjøgnum fvl.fo.

 

  • Limafundum

Hildnir verða regluligir fundir, eins og onnur tiltøk um menningarrák, vunnar royndir og granskingarúrslit - møguliga fyriskipað í samstarvi við onnur feløg.

 

  • Sertifiseringar

Upplýsing viðvíkjandi sertifiseringum sum verkætlanarleiðari.

 

  • Samstørv

Samstørv við onnur feløg og stovnar við áhuga fyri at menna góða verkætlanarleiðslu.

 

§5 Fíggjarviðurskifti

Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

 

Ogn felagsins kann bert nýtast til at fremja endamál felagsins.

 

Felagið verður bundið við undirskriftum hjá tveimum nevndarlimum, og av teimum skal annar vera formaðurin ella ein, sum hevur fingið heimild/fulltrú frá honum.

 

Felagið heftir bert fyri sínar skyldur við tí ogn, sum felagið eigur.

Limir ella nevnd felagsins kunnu ikki ábyrgjast persónliga fyri skuld felagsins.

 

Kassameistarin stendur fyri roknskaparførsluni og ger roknskap. Grannskoðaði roknskapurin saman við eini fíggjarætlan verður lagdur fyri aðalfundin til góðkenningar.

 

Grannskoðarin hevur skyldu til at grannskoða fylgiskjøl, bókhald og roknskap. Í seinasta lagi tríggjar vikur undan aðalfundinum skal roknskapurin verða lagdur fyri grannskoðaran, sum setur neyðugu átekningarnar á roknskapin.

 

Felagið kann søkja stuðul til ymisk tiltøk.

 

§6 Nevnd

Felagið verður stjórnað av eini nevnd, og nevndarlimirnir taka eisini virknan lut í at útinna virksemi felagsins.

 

Nevndin verður vald millum limir felagsins á árliga aðalfundinum.

 

Valrætt hava persónligir limir og navngivin umboð fyri virkislimirnar. Atkvøðugreiðsla er treytað av, at limagjaldið er goldið.

 

Nevndin hevur 5 limir, sum verða valdir fyri tvey ár í senn. Um fleiri enn 3 limir skulu veljast eitt ár, verða bert teir 3, sum fáa flestar atkvøður, valdir fyri tvey ár – hinir verða valdir fyri eitt ár.

 

Nevndarlimir kunnu afturveljast.

 

Nevndin skipar seg á fyrsta fundi eftir aðalfundin og velur við atkvøðugreiðslu millum nevndarlimirnar ein formann, ein næstformann, ein skrivara og ein kassameistara.

 

Nevndin ásetir sjálv starvsskipan sína. Nevndarfundur verður hildin, tá ið formaðurin heldur tað vera neyðugt, ella tá ið tveir nevndarlimir krevja tað. Í fundarinnkallingini skal dagsskrá fráboðast.

 

Nevndin er viðtøkufør, tá 3 limir eru til staðar, herímillum formaðurin ella ein varamaður, sum hevur fingið fulltrú frá honum. Nevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta. Um so er, at atkvøðurnar standa á jøvnum, hevur formaðurin, ella virkandi formaðurin, avgerandi atkvøðuna.

 

Ynskir ein nevndarlimur at fara úr nevndini, kann nevndin velja ein nevndarlim millum virknu limirnar í felagnum - til næsta aðalfund.

 

§7 Aðalfundur

Hægsti myndugleiki felagsins er aðalfundurin. Valrætt hava persónligir limir, navngivin umboð fyri virkislimirnar og heiðurslimir – treytað av, at limagjaldið er goldið.

 

Regluligi aðalfundurin verður hildin á hvørjum ári í februar ella mars. Nevndin ásetur tíð og stað.

 

Skrivlig fundarboð til aðalfundin saman við dagsskrá skal vera send limunum í seinasta lagi tríggjar vikur undan aðalfundinum.

 

Uppskot um mál, sum limir vilja hava viðgjørd á aðalfundinum, skulu sendast skrivliga til nevndina og vera henni í hendi í seinasta lagi tvær vikur undan aðalfundinum.

 

Nevndin kunnar allar limir um uppskotini, hon hevur fingið, í seinasta lagi eina viku undan aðalfundinum.

 

Dagsskráin til regluliga aðalfundin skal í minsta lagi hava hesi mál:

 

  • Val av fundarstjóra og fundarskrivara
  • Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári og ætlanir hjá nevndini fyri komandi árið
  • Góðkenning av roknskapi
  • Val av nevnd
  • Áseting av limagjaldi
  • Virkisætlan og fíggjarætlan
  • Val av grannskoðara
  • Møgulig uppskot frá nevnd ella limum
  • Ymiskt

Nevndin kann til eina og hvørja tíð boða til eykaaðalfundar. Um í minsta lagi 20 av limunum við skrivligari grundgeving krevja hetta, skal nevndin við í minsta lagi 3 vikum freist boða til eykaaðalfundar, sum skal verða hildin í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at áheitanin er komin til nevndina. Saman við fundarboðunum skal vera grundgivin dagsskrá.

 

Avgerðir á aðalfundum verða tiknar við vanligum meiriluta. Tó krevst, at í minsta lagi 2/3 av greiddu atkvøðunum á aðalfundinum eru fyri, um avgerð skal verða tikin um broyting av viðtøkum felagsins og tilnevning av heiðurslimum. Til ber at atkvøða við fulltrú, tó í mesta lagi tvær fulltrúir fyri hvønn av teimum, sum møta á fundinum.

 

Av navngivnum limum, ið eru innlimaðir um ein virkislimaskap, hava í mesta lagi 10 atkvøðurætt á aðalfundinum.

 

§8 Avtøka av felagnum

Avgerð um avtøku av felagnum verður tikin á regluligum aðalfundi - og er treytað av, at 2/3 av teimum, sum eru á fundinum, atkvøða fyri avtøkuni, og at í minsta lagi helvtin av limum felagsins eru umboðaðir. Er ikki helvtin av limum felagsins umboðaðir á aðalfundinum, men uppskotið verður samtykt við 3/4 av umboðaðu atkvøðunum, skal nevndin við vanligari freist boða til eykaaðalfund, har uppskotið um avtøku kann verða samtykt við 2/3 av umboðaðu atkvøðunum. Annars fellur uppskotið burtur.

 

Verður felagið avtikið, verður ogn felagsins nýtt í samsvari við endamál felagsins. Avgerð verður tikin um hetta á seinasta aðalfundinum.

 

Soleiðis samtykt á eyka aðalfundi 23. november 2017.